- Vænti tað eru um 200 hval

- Vit eru nú út fyri Høvdan á Viðoynni og snara nú inn í sundi og síggja tað norðasta av Hvannasundi.


Tað sigur Jóan J. Heinesen, ein av grindaformonnunum í Viðareiði, ið er hjá grindini, ið varð funnin fyri løtu síðan norðanfyri Viðoy.


Grindaformaðurin metir, at talan er um eina stóra grind.


- Eg vænti tað eru um 200 hval her, men hon ferðast nú í fleiri bólkum. Tað gongur annars væl at reka hana, og vænti eg, at vit eru heima á Sundi um 1-2 tímar.


Jóan J. Heinsen upplýsir, at nakrir bátar er komnir aftrat, so at tað nú eru átta bátar hjá grindini.