Vænti aftur eitt hvast og drúgt orðaskifti

Ljóðbrot á Rás 2: Høgni Hoydal greiðir frá um tey trý prosentini

Framsókn hevur biðið um høvi at viðgera fiskivinnunýskipanina innanhýsis

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, væntar eitt hvast orðaskifti um fiskivinnunýskipanina, tá hon kemur til aðru viðgerð, sum eftir ætlan verður fríggjadagin.

 

Tingmálið er sett á skrá til løgtingsfundin týsdagin, men Kristin Michelsen hevur í dag boðað frá, at hann ikki verður til staðar á tí fundinum. Keldur vátta, at hann hevur roynt at cleara við onkur andstøðuumboð, tað er, at tey lova ikki at atkvøða í málum, soleiðis at lutfallið millum samgongu og andstøðu ikki broytist.

 

Sum skilst, so vilija eingi andstøðuumboð hjálpa honum, og tí er kanska mest sannlíkt, at málið verður tikið av skrá aftur. Lógin sigur, at ein meiriluti skal vera fyri eini løgtingslóg, fyri at hon skal verða samtykt. Um Kristin Michelsen ikki er til staðar, og ikki hevur cleara, er vandi fyri, at atkvøðugreiðslan endar 16-16, og so fellur fiskivinnunýskipanaruppskotið hjá Høgna Hoydal.

 

Eftir at uppskotið kom aftur úr vinnunevndini, hevur Framsókn eisini gjørt vart við sína ónøgd, millum annað við menningarkvoturnar, og eisini onkur tingfólk hjá Javnaðarflokkinum, sum Miðlahúsið hevur tosað við, eru sera ivasom til øktu menningarkvoturnar.

 

Líkt er tí til, at tað enn er nakað á mál, áðrenn Høgni Hoydal kann kenna seg vísan í at uppskotið verður samtykt.

- Orðaskiftið verður hvast og summi ting vera framvegis viðgjørd innanhýsis í samgonguflokkum í løtuni, segði Høgni Hoydal við Rás 2 í dag.

 

- Tað er inni við land at skerini liggja. Spurningurin er, hvussu langt tú flytir teg fyri at fáa semju. Tá kunnu tað sjálvandi vera ávísir tættir, sum skapa ampa hjá summum. Kortini haldi eg, at uppskotið hevur meginreglurnar inntaktar, tó at nøkur mørk eru flutt, sigur Høgni Hoydal.

 

Í samrøðuni nertir Høgni Hoydal eisini við tey nógv umtalaðu trý prosentini av útlutaðu kvotunum, sum Løgtinginum er heimilað at taka inn aftur og nýta til onnur endamál.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Høgna Hoydal á Rás 2.