Væntar seinkingar og avlýsingar á jólum

Tey, sum skulu ferðast at halda jól, skulu ikki bíða til í síðstu løtu

Hann sigur frá rættiligum illveðri á jólum og á Strandferðsluni vænta tey bæði avlýsingar og seinkingar. Bæði í morgin, tollaksmessudag, leygardagin, sum er jólaaftan og sunnudagin, sum er jóladagur, verður kolandi stormur av útsynningi og vestri

 

Longu nú hevur Strandferðslan boðað frá, at siglingin hjá Smyrli er órógvað í morgin, toillaksmessudag, og sostatt siglur hann bara av Krambatanga til Havnar klokkan sjey í morgin árini og hann siglur suður aftur av Havnini klokkan 16.

 

Allir aðrir túrar í morgin eru avlýstir.

 

Jens Petur Brattalíð, samferðsluleiðari á Strandferðsluni sigur, at tað eru eisini aðrar seinkingar og avlýsingar í væntu, bæði hjá skipum og bussum.

 

Eftir ferðaætlanini sigla Smyril, og hini strandfaraskipini, eisini jólaftan og jóladag, tó eftir eini skerdari ferðaætlan.

 

Men sum veðurforsøgnin er nú, er ivingarsamt, hvussu verður við teimum túrunum.

 

– Tað fáa vit ikki tikið støðu til fyrrenn í morgin, tá tað fæst ein betri hóming av, hvussu veðrið verður jólaftan, sigur hann.

 

Men niðurstøðan er, at hjá teimum, sum ætla sær at ferðast í aðra oyggj at halda jól, er klókast at fara teir túrarnar, sum eru, og ikki at bíða til í síðstu løtu, tí tað er ógvuliga óvist, hvussu verður við siglingini.

 

Strandferðslan heitir eisini á fólk, sum ætla at fáa farm av ymsums slagi, ímillum oyggjarnar, um ikki at at drála, men at fáa tað avstað, sum skjótast, fyri at minka um vandan fyri, at tað liggur eftir.