Løgmaður letur væl at samráðingunum um at skipa nýtt landsstýrið. Hann sigur við Rás2, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin eru samdir um at halda fram við samráðingunum, og teir hava tosað við hinar tríggjar flokkarnar, Miðflokkin, Framsókn og Sjálvstýrisflokkin í dag.
Av teimum hevur Miðflokkurin játtað, at hann er sinnaður at halda fram við samraðingunum.
Løgmaður sigur, at talan verður um seks landsstýrissessir, og at tað er fysiskt ógjørligt, at allir hesir fimm flokkarnir verða um boðaðir í landsstýrinum við einum landsstýrissessi.
- Men tað er stórt at sleppa at vera við í eini stjórn og soleiðis at sleppa at ávírka politikkin. Eitt landsstýrisfólk er bara umsitari. Tað eru ikki landsstýrisfólkini, sum forma politikkin. Tú kanst tí hava stóra ávirkan í politikki fyrr tað um tú ikki hevur ein landsstýrissess, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, sum leggur afturat, at smáu flokkarnir kunnu fáa stóra ávirkan í tingnevndunum.