Væntar Ronaldo kemur aftur til United

- Christiano Ronaldo kennir til virðið av at spæla fyri Manchester United, og Ruud van Nistelrooy hevur sagt tað sama, tí her verða teir vardir, sigur Alex Ferguson við SkySports. Ferguson vísur á, at viðurskiftini í Onglandi og Spania eru rættiliga ólík.

 

- Eg havi ikki varhugan av, at tað er lætt at spæla fyri Real Madrid. Har hongur eitt stórt sirkus uppií øllum. Í mongum sponskum og italskum feløgum eru 2.000 fólk hjástødd til venjingarnar í gerandisdegnum. Á venjingarvøllinum hjá okkum, Carrington fáa spælarnir frið fyri tílíkum. Tá eru tað bara vit venjarar og starvsfólk, sum eru til staðar saman við spælarunum, greiðir Ferguson frá.

 

Ferguson heldur, at Christiano Ronaldo fer at halda, at tað er nóg mikið av gangi, og so fer hann at ynska seg aftur til tær tryggu og góður rammirnar hjá Manchester United.

 

- Eg havi vónir um, at Ronaldo fer at koma aftur. Eg trúgvi ikki, at hann verður í Real Madrid tað, sum eftir er av yrkisleiðini hjá honum. Tað liggja aðrar avbjóðingar og bíða eftir honum, vísir Ferguson á.

 

Sjálvt um hann og Christiano Ronaldo ikki tyktust at verða perluvinir, tá Ronaldo fór til Real Madrid, so hava teir enn samband við hvønn annan.- Eg havi enn gott samband við Christiano. Hann er eitt gott menniskja, staðfestir Alex Ferguson.