Rói Danielsen, liðskipari hjá AB ásannar, at støðan er ikki nóg góð hjá AB, men hann staðfestir, at teir burtursæð frá 1-5 tapinum ímóti KÍ í Klaksvík fyrr í kvøld ongantíð hava tapt ein dyst í effodeildini við meir enn einum máli í hesum kappingarárinum.
Rói Danielsen heldur, at KÍ er eitt sera effektivt lið, sum hevur eina spæliskipan, sum riggar optimalt, og tað gjørdist avgerandi í dystinum í kvøld.
Rói Danielsen hevur ikki mist vónina um, at AB kann bjarga sær. AB hevur gjørt tað mangan áður, og Rói Danielsen sær ljóst uppá, at marginalarnir fara at koppa teirra veg. AB hevur áður innheinta 12 stig í botnstríðnum, og verjuskansin hjá AB ætlar eisini at vinna hetta botnstríðið.
AB liggur næstniðast í effodeildini við níggju stigum, og teir í AB hava fimm stig upp til bjarging.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Róa Danielsen aftaná 1-5 tapið ímóti KÍ fyrr í kvøld.