Franski uttanríkisráðharrin heldur, at altjóða samfelagið noyðist at fara munandi harðari til verka fyri at noyða Irn at sleppa sínum kjarnorkuætlanum. Í einari útvarpssamrøðu í gjár segði Bernard Kouchner, at fransmenn eiga at fyrireika seg til kríggj við Iran, sjálvt um tað ikki verður fyrsta dagin. Í síðsta mánað segði franski forsetin, Nikolas Sarkozy, kemur einki burtur úr teimum diplomatisku royndunum at fáa Iran at sleppa kjarnorkuætlanunum, eru bara tvinnir møguleikar. Annar er, at Iran fær eina bumbu, ella at Iran verður bumbað.