Væntar ákoyringar frá baklandinum

Fyrsti samráðingarfundur við danir var persónliga harður fyri Anfinn Kallsberg. Hann kendi seg drignan í kring á einum palli. Í dag skal hann standa skúlarætt fyri ákoyringum á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum. Men samstundis fær hann dygga álitisváttan frá føroyska fólkinum

Í dag skal Anfinn Kallsberg standa skúlrætt fyri baklandinum í Fólkaflokkinum. Hann skal á landsfundinum taka ímóti rísi og rósi og greiða frá um leiklut sín í førda politikkinum hjá landsstýrinum.

Sjálvur roknar Anfinn Kallsberg við einum lívligum fundi, har fullveldistilgongdin verður høvuðsmálið. Og hann ivast onga løtu í, at hann fer at fáa onkra skoluna.

? Í Fólkaflokkinum er tað soleiðis, at vit hava nógvar persónsmenskur, ið siga sína meining beint út, og eg ivist onga løtu í, at eg bæði fari at fáa rís og fáa rós, soleiðis plagar tað at vera, sigur Anfinn Kallsberg.

Men hóast skolurnar, kann Anfinn Kallsberg troysta seg við, at hann fær dygga persónliga álitisváttan í nýggjastu veljarakanningini. Eina av orsøkunum til hetta metir hann vera sítt diplomatiska lyndi.


Semja er loysnin

Tá Hvítabók var liðug og landsstýrið fyri umleið einum ari síðani veruliga fór undir fullveldisætlanina, royndi løgmaður hetta diplomatiska lyndið. Hann kallaði anstøðuna til kaffifundir í Tinganesi fyri at vita, um tað bar til at fáa eina semju við andstøðuna um eina fullveldisætlan.

Løgmaður hevur nevniliga síðani samgongan varð skipað lagt dent á, at tað er neyðugt at fáa eina breiða politiska semju í Føroyum um ríkisrættarliga spurningin.

Men higartil hevur tað ikki eydnast løgmanni at funnið semjuna. Kaffifundirnir góvu ikki nakað ítøkiligt úrslit og landsstýrið fór í gongd við samráðingar við danir uttan stuðul frá andstøðuni. Hesar samráðingar eru síðani miseynaðar og landsstýrið hevur lagt ein nýggjan leist fyri sjálvstýristilgongdina.

Hesin leistur hevur aftur givið Anfinni Kallsberg vónina um, at tað fer at eydnast at finna teirri breiðu semjuna.

? Samráðingarnar, sum vit hava havt, hava gjørt nøkur ting greiðari fyri okkum. Vit vita nú, hvør støðan hjá donsku stjórnini er og hvørjar møguleikar vit hava. Myturnar um ymisku loysnirnar á málinum eru burtur eftir samráðingarnar, og tí haldi eg, at vit nú hava eitt gott grundarlag at byggja eina semju á, sigur løgmaður.

Anfinn Kallsberg ætlar sær nú enn einaferð at royna at finna breiðu semjuna við at bjóða andstøðuni til kaffifundir at viðgera nýggju ætlanina hjá landsstýrinum.

? Vit skulu samansjóða sjónarmiðini hjá teimum, sum ynskja eina skjóta loysn, eina lagaliga loysn og at enda teimum, sum seta tey bleytaru økini fram um fullveldi, sigur Anfinn Kallsberg.

Løgmaður heldur, at víddin millum ymisku meiningarnar í Føroyum um fullveldismálið er farin at smalka, og tí roknar hann við, at tað um ikki so langa tíð fer at bera til at finna breiðu semjuna.

? Eftir útmeldingina frá Jóannesi Eidesgaard um, at Javnaðarflokkurin er meira sjálvstýrissinnaður enn nýggi leisturin hjá samgonguni, rokni eg við, at tað í øllum førum fer at bera til at fáa Javnaðarflokkin við í eina ætlan, sigur Anfinn Kallsberg.

Løgmaður roknar harafturat eisini við, at tað fer at bera til at fáa stuðul frá Sambandsflokkinum til at yvirtaka málsøki eftir heimastýrislógini. Í hesum sambandi vísir hann á, at hetta er nakað, sum Sambandsflokkurin fleiri ferðir hevur sagt seg kunna taka undir við.


Persónliga hart

Tað hevur mangan leikað hart á millum flokkarnar í Føroyum í sambandi við fullveldismálið. Men samráðingarnar við danir hava eisini verið ógvuliga harðar. Hetta hevur løgmaður eisini merkt persónliga.

? Fysrti samráðingarfundurin var veruliga ótespiligur. Hann tók hart uppá meg persónliga. Eg føldi meg drignan í kring á einum leikpalli, sigur løgmaður.

Men samstundis hevur Anfinn Kallsberg lært nakað av hesum.

? Til teir seinnu fundirnar hevði eg fyrireikað meg mentalt frammanundan. Eg havi lært, at tað ikki ber til at taka slík bakkøst at sær, sigur Anfinn Kallsberg.

Eftir tann harða fyrsta samráðingarfundin, var tað upplyftandi hjá løgmanni at koma til annan samráðingarfundin, sum eftir hansara tykki gekst væl.

? Triðji fundurin var aftur sum tann fyrsti, men tá var eg mentalt fyrireikaður, og tók eg hann tí ikki eins tungt, sum tann fyrsta, sigur løgmaður.

Undan fjóðra fundinum hevði løgmaður ikki góðar vónir. Hann roknaði við, at hetta fór at verða seinasti fundurin, og at hann einki úrslit fór at geva.

? Men eg havi aldri áður kent meg so vísan í mínum grundgevingum, sum á tí fjóðra fundinum, sigur Anfinn Kallsberg og vísir til grundgevingar sínar í sambandi við spurningin, hvørt Føroyar eru tjóð ella ikki.

Hóast tað var á hesum fundinum, at samráðingarnar slitnaðu, heldur Anfinn Kallsberg kortini, at eitt gott úrslit kom burtur úr fundinum.

? Vit fingu á hesum fundinum at vita, at vit sjálv gera av, nær vit hava fullveldi. Danska stjórnin boðaði beinleiðis frá, at hon vil góðkenna eitt ynski um fullveldi, um meiriluti er fyri tí í Føroyum. Tað er nakað, sum vit kunnu fegnast um, sigur løgmaður.


Nyrup er harður

Hóast løgmaður er vónsvikin av samráðingunum við danir, hevur hann einki persónligt ímóti mótstøðumanninum, Poul Nyrup Rasmussen.

? Nyrup er ógvuliga harður í samráðingum. Hann vil ikki, at Føroyar skulu fara úr Danska ríkinum, og tí kunnu vit ikki væntað okkum nakra hjálp frá dønum í fullveldismálinum. Nyrup er harður og kontantur og gevur avgjørt ikki nakað við dyrnar.

? Men Poul Nyrup Rasmussen skal sjálvsagt tæna donskum áhugamálum. Var eg hann og vildi eg ikki, at ein partur skuldi fara úr ríkinum, so hevði eg gjørt tað sama, sigur Anfinn Kallsberg.

Løgmaður ásannar, at Poul Nyrup Rasmussen hevur verið harðari at samráðast við, enn hann hevði væntað. Men hann dugir ikki at siga um hørðu samráðingarnar beinleiðis hava havt avleiðingar fyri viðurskifini millum Danmark og Føroyar.

? Eg skal lata vera við at siga, at samráðingarnar hava órógvað viðurskiftini, men tað er klárt, at tað eru framstig gjørd á nøkrum økjum, meðan einki er hent á øðrum økjum. Hví hetta er skal eg lata vera við at siga nakað um.

Hóast samanbrestirnar á samráðingarfundunum, samstarva Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasmussen væl í gerandisdegnum.

? Tað er ikki soleiðis, at vit ikki eru uppá talufót og ikki kunnu halda eitt skilagott samskifti. Vit hava vanliga eitt gott og regluligt samskifti, sigur Anfinn Kallsberg.


Eingin idealsamgonga

Vit spyrja løgmann, hvussu hansara idealsamgonga hevði sæð út.

? Eg haldi ikki, at eg skal gera meg klókan uppá idealsamgonur. Tá tú setur eina samgongu saman veldst tað um, hvat mál tú setir tær fyri komandi valskeið.

? Tú kanst aldri snikka eina idealsamgongu saman, soleiðis sum politiski heimurin í Føroyum er í løtuni. Tað besta hevði verið, at tað var ein flokkur ? sjálvandi Fólkaflokkurin ? sum hevði reinan meiriluta, so hevði borið til at ført reinan fólkaflokspolitikk, sigur løgmaður.

Men samstundis vísir Anfinn Kallsberg á, at tá ein samgonga verður gjørd, skriva flokkarnir í veruleikanum eina nýggja stevnuskrá í samgonguskjalinum.

? Í samgonguskjalinum er neyðugt at geva og taka, um tú vilt hava eina semju. Tað við siga, at tú ert noyddur at niðurprioritera nøkur øki fyri at fáa onnur øki upprioriterað. Hetta geri eg alt eftir, hvat eg haldi vera mest neyðugt at loysa í tí tíðarskeiðnum, samgongan skal virka.

Í hesum sambandi vísir løgmaður á, at Fólkaflokkurin slakaði í sínum borgarliga politikki, tá hann fór í samgongu við Tjóðveldisflokkinum fyri at fáa eina loysn á ríkisrættarliga spurninginum.

? Tann borgarligi politikkurin, sum vit høvdu ynskt okkum, varð heilt náttúrligt settur til síðis, tá hendan samgongan varð skipað. Av tí, at vit uppprioriteraðu sjálvstýri saman við Tjóðveldisflokkinum, máttu vit niðurprioritera borgarliga politikkin, sigur Anfinn Kallsberg.

Harafturat vísir løgmaður á, at tað eru fleiri borgarligir málsetningar, sum samgongan setti sær fyri, tá hon varð skipað, sum enn ikki er komin á mál við orsakað av, at ein vinstrahallur flokkur er í samgonguni. Millum annað nevnir løgmaður skattalættan.

Tískil heldur løgmaður ikki, at tað kann sigast, at tað hevur eydnast Fólkaflokkinum at føra fullkomnan borgarliga politikk afturfyri at lova Tjóðveldisflokkinum fullveldi.


Samstarv vantar

Anfinn Kallsberg heldur, at politiska skipanin, sum hon er nú, hevur nakrar vansar. Politikarar hava ikki vant seg við nýggju stýrisskipanarlógina, og tí vanta nakrar mannagongdir.

Millum annað kundi Anfinn Kallsberg hugsað sær, at andstøðan var meira við í politiska arbeiðinum.

? Í Føroyum er tað samgongarn, sum førir politikkin, meðan andstøðan er alt ov lítið við, og í staðin bert skal stríðast at vera ímóti øllum.

? Eg kundi hugsað mær, at vit funnu eina skipan, har andstøðan varð tikin meira við í fyrireikingina av týdningarmiklum málum, sigur Anfinn Kallsberg.

Løgmaður vísir á, at politiska arbeiðið hevði verið betur, um tað hevði størri breidd. Var andstøðan við til at fyrireika stórmál, høvu tey hóska betur til allar partar, og harafturat hevði andstøðan tikið málini til sín, sum síni egnu, tá hon kom í samgongu.

Í Danmark er vanligt, at andstøðan er til hoyringar hjá ymsu ráðharrunum um ymisk mál. Tað er ein líknandi skipan, sum Anfinn Kallsberg kundi hugsað sær.

Men løgmaður roknar ikki við, at tað fer at eydast at fáa í lag slíka siðvenju fyrr enn um tvey valskeið ella so.

Anfinn Kallsberg vónar at fáa loyst ríkisrættarliga spurningin sum skjótast, so farast kann aftur undir veruligan politikk.