Væntar ikki at halda fram

Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Timothy Geithner, sigur nú, at hann væntar ikki, at hann verður biðin um at halda fram í embætinum, skuldi tað hent, at Barack Obama, forseti, verður afturvaldur í heyst.

Geithner tók við sum fíggjarmálaráðharri í 2009, og eygleiðarar væntaðu, at hann fór at leggja frá sær í august í fjør, tá Kongressin samtykti at hækka skuldarloftið hjá tí almenna, men hann helt fram eftir áheitan frá Obama.

Tað er rættiliga vanligt í USA, at forsetin fær sær annan fíggjarmálaráðharra, verður hann afturvaldur. Eitt nú høvdu bæði Bill Clinton og George W. Bush tríggjar fíggjarmálaráðharrar.