Væntar fleiri nýggj tingfólk

Tjóðveldi fær hugsandi fleiri kvinnur í tingið, og neyvan kemur nakað nýtt tingfólk inn fyri Miðflokkin, heldur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum

Fólkaflokkurin

Nú Anfinn Kallsberg ikki stillar upp aftur, og Poul Michelsen er farin úr Fólkaflokkinum, er rúm fyri nýggjum fólki.


- Mítt besta boð er Bogi Andreasen, sum varð valdur í býráðið í Suðurstreymoy og situr sum varaborgarstjóri í Havn. Hann hevði ett sera gott val seinast. Hann er farin úr Tjóðveldi yvir í Fólkaflokkin, men vit hava áður sæð, at floksavhopparar hava klárað seg væl.


- Ein annar kundi verið Rodmundur Nielsen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Hann hevur áður verið á tingi sum varalimur.


Sambandsflokkurin

- Har vænti eg fyrst og fremst, at Báður Nielsen verður valdur. Hjá summum er torført at koma aftur í aftur í politikki, men fólkatingsvalið vísti, at hann hevur góðan møguleika.


Eirkur Lindenskov ivast í, at Sambandsflokkurin fer at fáa fleiri enn átta tingfólk. Helgi Abrahamsen kann kanska verða valdur, og Edva Jacobsen somuleiðis.


- So eru tað Høgni Mikkelsen og Jóna Mortensen, eg veit tað ikki.


Javnaðarflokkurin

- Eg ivist ikki í, at floksformaðurin Aksel Johannesen verður valdur, og Eyðgunn Samuelsen. Haraftrat vænti eg, at Theodor D. Olsen er eitt gott boð, tí hann er ein væl umtóktur prestur, hann hevur víst seg nógv í almenna kjakinum og hevur fólksins tokka.


- Rigmor Dam skuldi eisini havt møguleikar, tí hon kemur úr eini gamlari javnaðarfamilju, hon hevur fyrr verið varalimur í Tórshavnar býráð og hevur nógvar politiskar royndir og er alment kend.


- Kim Durhuus kundi eisini verið eitt boð. Hann er borgarstjóri í Sunda kommunu, og vit hava áður sæð, at tað borgarstjórastarvið har í økinum hevur verið lopfjøl inn í landspolitikk.


Ein annar kundi verið Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri. Hann fekk nógvar atkvøður til býráðsvalið, men tær atkvøðurnar einsamallar eru ikki nóg nógvar til at koma á ting.

- So hevur flokkurin Hans Mourits Foldbo, sum var borgarstjóri í fyrrverandi Gøtu kommunu. Hann býr í Gøtu, og Andrias Petersen stillar ikki uppaftur.


Sjálvstýrisflokkurin

Eirikur Lindenskov tekur ikki støðu til, hvussu fer at gangast verandi tinglimunun hjá Sjálvstýrisflokkinum.

- Koma nýggj fólk inn, er Kristianna Winther Poulsen annað mítt boð. Hon er virkin í javnstøðupolitiska kjakinum, og hon stóð seg væl á fólkatingsvalinum.


- Hitt boðið er Jógvan Skorheim, sum er varaborgarstjóri í Klaksvík. Ein ungur ambitiøsur sjálvstýrismaður kann ikki hugsað sær betri uppland enn Klaksvík.


Tjóðveldi

- Eg vænti næstan, at Gunvør Balle verður vald. Hon hevur verið sendikvinna í Íslandi, hevur verið nógv frammi og stóð seg væl á fólkatingsvalinum.


- Kristina Háfoss skuldi havt góðar møguleikar fyri at komið aftur í aftur. Hon varð sera væl umtókt sum landsstýriskvinna, hon er dámlig, ágrýtin og arbeiðssom, verður sagt um hana.


- So eru tað býráðslimirnir Marin Kristina Frýdal og Óluva Klettskarð, og Olga Biskopstø fer helst at standa seg væl.


Framsókn

- Poul Michelsen verður fyrst valdur, og Tróndur Djurhuus, sum var stjóri í Sjónvarpinum kann eisini fáa fleiri atkvøður.


Haraftat kemur Hanna Jensen, sum eisini hevur verið nógv frammi og verið við til at mynda nýggja flokkin saman við Poul Michelsen.


Miðflokkurin

- Har verður eingin útskifting.