Væntar fleiri nýggj andlit á løgting

Bjørn Kalsø, sum ikki stillar upp aftur hesaferð, heldur tað vera hugsandi, at fleiri samgongumøguleikar fara at vísa seg eftir løgtingsvalið.

 

- Tað kennist nógv øðrvísi ikki at vera við í valdystinum, men tað er eisini lættari. Tí, dagarnir undan einum vali eru krevjandi hjá teimum, sum stilla upp.

Tað sigur Bjørn Kalsø, tá hann verður spurdur, hvussu tað kennist at standa uttan fyri hesaferð, nú valdysturin er í hæddini.

- Eg rokni við einum sera spennandi vali hesaferð, har úrslitið kortini ikki fer at víkja so nógv frá løgtingsvalinum seinast.

Hann væntar kortini, at fleiri nýggj andlit verða at síggja í løgtinginum eftir valið, bæði tí, at onnur skulu veljast fyri tey, sum ikki stilla upp aftur, umframt at nakað av útskifting ivaleyst eisini verður.

- So, hesin parturin av valinum verður sera spennandi at fylgja við í – ikki minst í Norðoyggjum.

Hvussu metir tú, at ein samgonga kemur at síggja út eftir løgtingsvalið?

- Tað er ilt at meta um, fyrr enn valúrslitið fyriliggur. Fær verandi samgonga meiriluta, heldur hon uttan iva fram. Men, um tað ikki eydnast at fáa meiriluta, soleiðis sum fleiri av veljarakanningunum higartil hava víst, eru fleiri møguleikar. Tá hugsi eg, at persónsamansetingin og tingmannabýtið í ymisku flokkunum verður avgerandi.

Bjørn Kalsø heldur, at eitt nú kunnu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin saman við onkrum av smærri flokkunum fara í samgongu. Tað kann eisini hugsast, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin finna saman, um tað ikki eydnast hjá núverandi løgmanni at skipa samgongu.

- Ein triði møguleiki er ein fulveldissamgonga millum Tjóðveldi, Fólkaflokkin, Framsókn og Sjálvstýrið, leggur hann aftrat.

Hvørji mál heldur tú eiga at fylla nógv í komandi valskeiði?

- Eg rokni við, at fiskivinnulóggavan og tað at fáa skil aftur á fíggjarstýringina hjá landinum fara at fylla nógv í arbeiðnum hjá einari komandi samgongu. Annars eru tað heilsumálini, pensjónir, skúli, útbúgving og samferðsla, sum altíð fylla nógv í politiska arbeiðnum.

Bjørn Kalsø væntar, at íbúðarmál, ferðavinna og umhvørvismálini ivaleyst eisini fara at krevja sítt í næsta samgonguskeiði.