Í annaðkvøld klokkan 19:00 spælir B36 móti turkiska stórfelagnum, Besiktas, á ovara vølli í Gundadali. Og fyri løtu síðani var tíðindafundur við umboðum frá teimum báðum feløgunum, ið bresta saman í morgin.
Umboðini fyri Besiktas, venjarin, Senol Gunes og liðskiparin, Tolga Zengin, vóru samdir um, at Besiktas á pappírinum er eitt betri lið enn B36, men venjarin peikaði á, at tað altíð er trupult at spæla á útivølli móti norðurlendskum liðum.
- Í morgin byrjar okkara kappingarár, har vit spæla okkara fyrsta týðandi dyst. Eg veit at mótstøðuliðið hevur fingið fleiri góð úrslit í Europa í summar, at teir eru ágrýtnir, komptakir, renna eina rúgvu, hava ein ungan spennandi hóp og ein ungan venjara. Eg vænti at dysturin í morgin verður trupul. Sum heild eyðkennir tað norðurlendsk lið, at tey eru kompakt og ógvuliga væl skipaði, segði Senol Gunes í B36 húsinum í kvøld.
Hóast talan er fyrsta týðandi dystin hjá Besiktas higartil í ár, heldur Senol Gunes at fyrireikingin til kappingarárið hevur gingið so mikið væl, at leikararnir hjá Besiktas eru førir fyri at umboða felagið á besta hátt í morgin.
- Vit ynskja at byrja kappingarárið væl. Vit hava arbeitt í pre season í tríggjar vikur, og leikararnir eru so mikið væl fyri, at teir eru førir fyri at umboða Besiktas á besta hátt. Hóast vit hava mist nakrar leikarar frá farna kappingarárið, hava vit ein ógvuliga sterkan hóp, og ætla at vera spælstýrandi í Gundadali í morgin, segði Senol Gunes.
Eisini liðskiparin, Tolga Zengin, sum somuleiðis eisini er málverji hjá Besiktas, var á tíðindafundinum. Men av tí at Besiktas leikararnir skuldu til venjing beint eftir tíðindafundin, gjørdi liðskiparin skjótt av. Tolga Zengin segði stutt, at Besiktas ætlaði at gera tað væl í morgin.
- Í morgin spæla vit okkara fyrsta týðandi dyst hetta kappingarárið í Europa League. Á pappírinum eru vit eitt væl sterkari lið enn B36, men fyri tað taka vit dystin ógvuliga seriøst. Vit ynskja at gera tað so gott sum møguligt, soleiðis at vit hava eitt gott útgangsstøðið til seinna dystin í Istanbul.
Besiktas spældi farna kappingarár í Champions League kappingini, har felagið kom í áttandaparsfinaluna, áðrenn tað varð úrsligið av Bayern Munchen.










