Norski heryvirmaðurin Robert Mood, sum hevur verið ovasti fyri ST-eygleiðarunum í Sýrialandi, sigur, at tað er bara ein spurningur um tíð, til sýriski forsetin, Bashar al-Assad, verður koyrdur frá.
-Fyrr ella seinni má stjórnin lata valdið frá sær, segði Robert Mood á einum tíðindafundi, sum hann helt í sambandi við, at hann hevur latið senegalska herovastanum Babacar Gaye starvið sum leiðari hjá eygleiðarunum. Samstundis er talið á eygleiðarum skert úr 300 í 150.
Mood segði, at tann veksandi harðskapurin og tann minkandi førleikin hjá stýrinum at verja sivilfólkið máa støðið undan al-Assad og stjórn hansara.
-Men um tað fellur um eina viku ella um eitt ár, tori eg ikki at siga, segði Robert Mood. Hann segði, at stríðið í Sýrialandi minnir um søguna um Dávid og Goliat, men legði afturat, at tað er ikki vist, at ein sigur til uppreistrarmenninar fer at elva til frið í landinum.
-Nógv tykjast halda, at verður Bashar al-Assad koyrdur frá, so er kreppan loyst. Men so einfalt er hetta ikki. Í veruleikanum kann støðan versna. Men hinvegin er tað ein sannroynd, at Sýrialand kann ikki halda fram við verandi leiðslu, segði Robert Mood.










