Væntandi fer Skorheim aftur á løgting

Jógvan Skorheim hevur styrkt um sín møguleika at sleppa í Løgtingið eftir nýggjár.

 

Sitandi meirluti heldur fram eftir nýggjár, tó við broyttari samanseting. Nýtt Sjálvstýri fer úr tveimum upp í fýra limir. Javnaðarflokkurin fer úr einum upp í tveir limir. Tjóðveldi minkar harafturímóti úr trimum niður í ein lim.

 

Seinasta løgtingsval fekk Jógvan Skorheim 389 atkvøður og vann ein løgtingssess. Hann slapp tó ikki at taka við sessinum. Ein borgarstjóri skal spyrja sítt býráð um hann kann sleppa at røkja báðar sessirnar og tað slapp Jógvan Skorheim ikki. Tjóðveldi atkvøddi saman við minnilutanum í býráðnum ímóti, at Jógvan Skorheim skuldi røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingssessin í senn. Bárður Kass Nielsen røkir í løtuni tingsessin hjá Jógvan Skorheim.

 

Jógvan Skorheim sigur, at hann fer ikki at seta nakað krav uppá at fáa løgtingssessin aftur, men at komandi býráð skal taka støðu til spurningin. Tó er lítið at ivast í, at hann fer at fáa heimild at røkja báðar sessirnar eftir nýggjár. Tjóðveldi í býráðnum hevur ikki longur mandat at forða fyri tí. Steinbjørn O. Jacobsen er einasta umboð fyri Tjóðveldi í Klaksvík og er ikki avgerandi fyri meirlutan. Javnaðarflokkurin hevur longu tvey borgarstjóraumboð í Løgtinginum og kann tí illa nokta Jógvan Skorheim at røkja løgtingssessin umframt borgarstjórasessin.

 

Tískil er tað ógvuliga sannlíkt, at vit koma at síggja Jógvan Skorheim á Løgtingi eftir nýggjár.