Ikki tespiligur lestnaður at lesa á heimasíðuni hjá hagstovuni. 14% av pensionistunum í Føroyum í fátakravága! Ein sera óvirðilig støða fyri okkum sum land!
Tey eldru, sum hava lagt lunnar undir okkara vælferð, og goldið sín skatt fáa nú ikki endarnar at røkka saman. Við skattinum hava tey goldið forút fyri góðum tænastum, og tey mugu nú ásanna, at sum ikki einaferð tá ið goldið er forút, er vøran ikki fullfíggja, tá ið alt kemur til alt.
Tað má gerast bíligari at liva og virka í Føroyum eins og pensiónsskipanin má dagførast. Vit mugur tora at leggja langtíðarætlanir á pensiónsøkinum, soleiðis at fólk yvir eitt longri tíðarskeið kunnu leggja sær ellisárini fíggjarliga tilrættis. Fleiri av teimum sum eru pensionistar í dag hava ikki havt møguleika ella umstøður at uppspart sær stórar pensiónir, og hava einans fólkapensiónina og samhaldsfasta at liva av.
Bæði land, fagfeløg , partarnir á arbeiðsmarknaðinum, og tann einstaki hava eina uppgávur at loysa her.
Tjóðveldi mælir til at príseftirlit verður skipað, hetta sum partur av at fáa kostnaðarstøðið niður. Somuleiðis eiga vit at keypa vørur úr fleiri og bíligari marknaðum. Afturat hesum krevst ein pensión sum hevur eitt ávist minstamark so fólk ikki liva i fátakravága. Til seinast eigur eisini at vera møguligt hjá teimum sum orka og vilja, at vera longri á arnbeiðsmarknaðinum. Hinvegin mugu skipanir vera, sum hjálpa teimum sum av einhvørjari orsøk megna hetta.
Eitt annað sum eisini kann ávirka fíggjarliga er um pensionistan skulu hava heilivág. Við Heilsutrygd er tann broyting komin, at stuðul til heilivág einans verður latin til bíligasta slag av heilivági(fyri hvønn bólkin sær) Hetta merkir at um tú ikki tolir bíligu sløgini, so mást tú sjálvur gjalda tín heilivág, og tað kann blíva dyrt.
Bústaðarmøguleikarnar eiga at vera meiri fjøltáttaðir, soleiðis at pensionistar ikki noyðast at sita í dyrum húsum. Vónandi kann skipanin við Húsalánsgrunninum hjálpa til við hesum.
Trupulleikin er sera samansettur og krevur loysnir á nógvum økjum. Umráðandi er at vera í dialog við eldrafeløg, fagfeløg og politiska myndugleikan, og í felag finna fram til hvat er skilabest.
Eitt er víst, verandi gongd kann ikki standa við.