Sagt verður, at lágur búskaparvøkstur hevur verið seinastu árini, og stór hall hava verið á roknskapinum fyri almenna geiran, serliga í 2010, og stava hesi hall í høvuðsheitinum frá landskassahallum.
Víðari sigur Búskaparráðið, at halið hjá øllum almenna geiranum var í 2012 umleið 240 milliónir krónur. Mett verður, at hallið fyri 2013 var umleið 400 milliónir krónur, sum mestsum alt stavaði frá landskassahalli.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 verður roknað við einum RLÚ-halli hjá landskassanum upp á umleið 223 milliónir krónur í 2014.
Búskaparráðið sigur, at gongdin í lønargjaldingum vanliga gevur eina ábending um gongdina í búskaparvøkstrinum.
Deflaterað við brúkaraprístalinum hava lønargjaldingarnar mestsum staðið í stað síðani 2004. Í ársins prísum vuksu lønargjaldingarnar við bert 1,6 prosentum frá 2012 til 2013. Talið av løntakarum er vaksið nakað tilsvarandi frá 2012 til 2013.
Samstundis hevur stórur vøkstur verið í teimum lønargjaldingum, sum fastbúgvandi føroyingar vinna í útlondum, og har almennu kassarnir missa upphæddir í skatti.
Minni innflutningur
Talið av fulltíðar arbeiðsleysum er fallið við útvið 300 frá november 2012 til november 2013. Hetta er eitt positivt tekin.
Hinvegin kunnu føroysku arbeiðsloysistølini valla sammetast við tey hjá grannalondunum. Okkara hevur eitt hámark, sum tað ikki liggur leingi omanfyri, uttan at ung og flytfør flyta av landinum.
Allur innflutningurin fall við umleið seks prosentum frá 2012 til 2013. Uttan skip og flogfør vaks innflutningurin í krónum við umleið 1,6 prosentum frá 2012 til 2013. Hagstovan upplýsir, at innflutningurin av tænastum úr útlondum er vaksin stórliga seinastu árini, og síðani 2005 við einari milliard krónum, meðan vøksturin í útflutninginum av tænastum hevur verið nógv minni.
Sambært Hagstovuni var stórur vøkstur í útflutningsvirðinum frá 2012 til 2013, 15 prosent uttan skip og flogfør, og umleið 10 prosent við skipum og flogførum.
Útflutningsvirðið av laksi er vaksið við einum triðingi, meðan útflutningsvirðið av makreli er minkað.
Tølini fyri innflutning til beinleiðis húsarhaldsnýtslu eru vaksi. Hinvegin eru ábendingarnar um gongdina í MVG-inntøkum landskassans í 2013 ikki greiðar fyrr enn seinastu kvartalsuppgerðirnar eru tøkar.
Myndin er sostatt ikki heilt greið, men væntandi er privata húsarhaldsnýtslan vaksin nakað frá 2012 til 2013, og væntandi veksur hon eisini nakað frá 2013 til 2014.
4% vøkstur
Roknað var ikki við stórvegis vøkstri í almennu nýtsluni frá 2012 til 2013. Løntakaratalið inan almenna fyrisiting og líknandi minkaði frá november 2012 til november 2013.
Løntakaragjaldið innan byggivirksemið er vaksið frá november 2012 til november 2013, og innflutningurin til byggivirksemið er vaksin við 19 prosentum frá 2012 til 2013. Hetta bendir á vøkstur í bruttoíløgunum frá 2012 til 2013.
í 2014 er nógv íløguvirksemi sett í gongd, og væntandi verða bruttoíoløgurnar í 2014 nakað væl størri enn í 2013.
Útlitini fyri alivinuna eru framhaldandi góð, meðan útlitini fyri botnfiskaveiðina ikki eru nógv betri enn fyri 2013. Fæst ein avtala um uppsjóvarfiskin, eru útlit til hægri inntøkur innan uppsjóvarvinnuna frá príshækking, men ikki frá størri nøgdum.
Hetta merkir ikki neyðturviliga økt virksemi og ikki neyðturviliga størri vøkstur í løntakaratali.
Samanum tikið eru metingarnar um búskaparvøksturi í ársins prísum í 2014 nøkurlunda óbroyttar í mun til frágreiðing búskaparráðsins í september 2013, burtursæð frá at vøksturi fyri 2014 er mettur eitt vet hægri, umleið 4% í leypandi prísum.
Vøksturin stavar mest frá vøkstri í privatu íløgum og nettoútflutningi. Tann økti vøksturin er treytaður av at ein avtala fæst um uppsjóvarfiskin.