Vænta varandi vinnu

VESTMANNA: Bæði kommuna og einstaklingar munnu fegnast um, at lív aftur fer at koma í fiskavirkið í bygdini

Hetta hendir eftir, at Faroe Seafood í konkurs hevur selt felagnum undir stovnan v/ P/F Varðin, Sp/f Framherji og Samherji hf fiskavirkið í Vestmanna.

Hesi stórtíðindini eru ikki farin aftur við borðinum hjá Vestmanna kommunu uttan eina positiva viðmerking:

- Vit frøast um, at fiskavirkið gerst partur av einum sera sterkum samtaki, sum bæði fevnir um skip og fiskavirkir, verður sagt.

Tey vænta, at farið verður undir støðugt arbeiði í næstum, soleiðis at tað skjótt verður arbeiði aftur til allar tøkar hendur.

- Vit ynskja tí nýggju eigarunum til lukku við keypinum, og ynskja teimum góða eydnu framyvir, sigur Vestmanna kommuna.