Fýra ísfiskalínuskip fiska undir Føroyum í løtuni, og væntandi er, at flestu skip koma inn at landa í morgin, mánadagin, og onkur kemur helst miðskeiðis í vikuni.
- Línuskipini, sum fiska undir Føroyum, fáa mest av toski, hýsu og longu og so nakað av brosmu, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga um gongdina.
Fimm ísfiskalínuskip fiska í íslendskum sjógvi í løtuni. Væntandi landar eitt av hesum mánadagin og tvey seinni í vikuni. Bæði tey seinastu skipini koma helst í aðru viku.
Umframt føroysku ísfiskalínuskipini, sum fiska í íslendskum sjógvi, fiska eisini tvey frystilínuskip har yviri. Línuskipini í íslendskum sjógvi fáa nógv mest av toski.
- Streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður gott, og tí verður væntað, at nakað verður av útróðri, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir hava rímiligan útróður í mun til árstíðina.
Norðlýsið veit í dag at siga, at Kvikk er komin á Klaksvík seinnapartin í dag við 190.000 pundum, harav størsti parturin av veiðini er toskur. Teir hava fiskað í íslendskum sjógvi.
Hetta er ein góður túrur hjá Kvikki, sum byrjaði at fiska hin 7. mai.
Heimasíðan veit eisini at siga, at frystilínuskipið Klakkur er komin undan Íslandi. Teir byrjaðu at fiska hin 28. mars og hava 260 tons av avhøvdaðum fiski, mest hýsu, toski og longu.