Byrjanin var sera jøvn og VB tóktist at hava eitt lítið yvirtak, men hetta var ikki færri enn níggjunda steypafinalan á rað hjá Stjørnuni, sum í dystsins gongd vísti seg bæði sterkari og royndari og vann dystin 27-23 eftir hálvleiksstøðuna 13-10.
Góður hýrur
Tað var helst ikki tilvildarligt, at áskoðararnir hjá Stjørnuni sótu í norðara parti av høllini, meðan áskoðararnir hjá VB sótu í syðra parti. Sínamillum høvdu teir eina kapping um at vera mælskari parturin av fjøldini, og var tað við til at seta ein serligan dám á og skapa góðan hýr í høllini.
Stjørnan mátti undan dystinum sigast at vera vanari við øðrvísi og meiri umfatandi umstøðurnar, sum eru í einari slíkari finalu. Hetta var nevniliga níggjunda ferðin á rað, at Stjørnan var í finaluni, og høvdu tær megnað at vunnið seks út av teimum átta undanfarnu finalunum. Á mótstøðuhálvuni stóð VB, sum fyri fyrstu ferð síðani 2007 var í finaluni, tá ið tær taptu 28-31 ímóti júst Stjørnuni.
Stjørnan og VB eru helst júst tey bæði liðini, sum hava staðið fyri harðastu kappingini í landskappingini, har tey hava havt mikið tógvið stríð um hvør skal sita á 2. pláss, sum gevur atgongd til FM-finaluna. Stjørnan hevur verið meiri sannførandi liðið við fimm sigrum á rað, men VB hevur hingið væl í, tó so at tær eru falnar eitt sindur burtur ímillum í síðstuni og nú eru tvey stig aftanfyri VB.
Hóast henda gongdin burdi verið ein góður mátistokkur hvussu finaludysturin fór at laga seg, so varð landskappingin skúgvað til viks tá ið dysturin fór ígongd. Nú umráddi tað steypafinaluna og sum sagt verður, so kann alt henda í einari finalu.
Jøvn byrjan
Einari finalu líkt vóru nervar at hóma fyrstu løtuna og valdu hvørki av liðunum at royna seg útifrá, men hinvegin heldur at spæla seg ígjøgnum til fríar málmøguleikar. Stjørnan, sum valla kundi frásiga sær heitið sum favorittur, tók ábyrgdina á herðar sínar og royndi at skapa dystin frá byrjan, men tær vóru heldur ótolnar í álopspartinum og skjóttvaldu skotini kundu ikki fanga VB á skeiva beininum, sum í einari javnari byrjan tóktist at hava takið og fyri tað mesta var á odda við einum máli.
Liðini fylgdust allan vegin upp til fimm minuttir fyri hálvleik, tá ið støðan var 10-10. Tá fekk VB eina sera kostnaðarmikla útvísing, sum gav Stjørnuni tvey mál, og fimm sekund fyri hálvleiksbríkslið langaði Simona Petersen – umvegis ein verjuspælara – bóltin í netið til hálvleiksstøðuna 13-10 til Stjørnuna.
Stjørnan skein
Í seinna hálvleiki fekk Stjørnan fyrsta málið og gjørdi tað til 14-10. VB fekk enn eina býtta útvísing, og – umframt at spæla ein spælari færr – fekk Stjørnan brotskast. Ein annars trygg Simona Petersen misnýtti tó henda gylta møguleikan at leggja seg á odda við fimm málum, og á ið tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tók VB av tilboðnum og minkaði niður í bara 16-15 til Stjørnuna. Hesa løtuna hevði VB eisini ein møguleika at javna og var dysturin púra opin.
Júst sum VB hevði gott tak á Stjørnuni, fóru tær at kasta bóltar burt og loyvdu Stjørnuni at renna í mótálop, og var hetta við til at eina seinastu ferð leggja VB somikið langt aftur um seg, at tær ikki kundu svara aftur. Hugskot og orka vóru um at ganga undan hjá vágskvinnum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði ein stórspælandi Simona Petersen skotið fimm mál á rað, og var tað í grundini hon, sum við sera avgerandi málum og heili 10 av slagnum helt VB aftanfyri seg.
Seinnu helvt av seinna hálvleiki økti Stjørnan bara um munin og endaði við at vinna steypafinaluna 27-23 á einum VB-liði, sum stríddist væl og í løtum var tætt við at arga, men í grundini bara mátti staðfesta sín undirluta fyri einum rimmar sterkum og beinleiðis-spælandi liði úr Klaksvík.
VB – Stjørnan 23-27 (10-13)
VB: Gurið K. Mortensen (5) Laila Jespersen (4) Ana Lukic (4) Rannvá Johannessen (3) Una Egilsdóttir (2) Bára K. Mortensen (2) Helga E. Kjærbo (1) Svava Vestergaard (1)
Útvísingar: 3x2min.
Stjørnan: Simona Petersen (10) Bára S. Klakstein (5) Lovisa Lassen (5) Corina Demeterca (4) Judit Hansen (2) Una Olsen (1)
Útvísingar: 4x2min.