Óvæntaður stórsigur til Skála

Fyri fyrstu ferð í ár skuldi Skála royna seg uttan Dragan Kovacevic sum venjara. Nýggi venjarin, John Petersen, kemur ikki til landið fyrr enn í morgin, og tískil stóð Hans Jákup Andreasen, formaður í Skála, sum venjari í dag. Hesa uppgávu røktaði hann fyrimyndarligt.

 

At Skála skuldi fara við øllum trimum stigunum í dag, hevði bert fáur væntað. Men at Skála nú hevur skift venjara, gav kanska eitt sindur av iva hjá gøtumonnum. Og Skála var als ikki at taka feil av. Teir funnu sítt gamla spæl framaftur, og blásti GÍ av vøllinum við einum 3-0 sigri.

 

GÍ ? Skála 0-3 (0-2)

0-1, Pætur Dam Jacobsen

0-2, Levi Hanssen

0-3, Alexandur Johansen