Vertirnir í ?Morgunroðanum? vunnu á Birgir Kruse og Meinhard Jensen, aftaná eitt veruligt drama Tey flestu, sum settu seg at lurta eftir spennandi spurnarkappingini, ?á Quiztinum? - sum Gunnar Nolsøe hjá Útvarpinum skipar fyri - mundu verða ivaleys í, at Meinhard Jensen og Birgir Kruse vóru favorittar ímóti James Olsen og Eyðfinni Drewsen. Men talan gjørdist um eina lítla sensasjón. Ein kann næstan loyva sær at kalla tað eitt lítið ?Landskrona? innan spurnarkappingar í Føroyum. Aftaná tveir eykaspurningar eydnaðist tað vertsparinum í ?Morgunroðanum?, James Olsen og Eyðfinn Drewsen at toga sigurin í land. Teir sokallaðu ?óseriøsu? skulu ikki undirmetast, tá saman um kemur. Eyðfinn sigur í skjótari viðmerking, at hann og James eru sera, sera, sera, sera fegnir, og teir gleða seg sera, sera, sera, sera nógv til fjórðingsfinaluna í spurnarkappingini hjá Gunnari Nolsøe.










