Óvæntaður sigur

ÍF ? B36 1-3 (0-2):
B36 fekk ein óvæntaðan sigur í Fuglafirði móti einum sera spøkum heimaliði, og hetta var annar ósigurin á rað hjá ÍF

2. deild

Tað var B36, sum setti seg á dystin frá byrjan av, tí longu eftir fimtan minuttir hevði útiliðið lagt seg framum við tveimum málum. Hetta var ein dyggur smeitur fyri ÍF, sum ongantíð megnaði at reisa seg eftir hetta.
Fyrra málið skeyt Bergur Midjord eftir gott uppspæl í høgru síðu. Carl Høgnesen verður sendur avstað í høgra borði, og hann sleppur aftur til baklinjuna. Síðani sendir hann bóltin útfrá til Berg, sum langar til frá brotssparksblettinum, og bólturin strýkur framvið málverjanum, ið ikki hevði nakran møguleika at bjarga.
Hetta kom ógvuliga dátt við hjá fuglfirðingum, og bert fáar minuttir seinni fingu teir enn ein frammaná.
Ein verjuleikari hjá ÍF hevur bóltin á egnari hálvu. Hann skal senda ein langan bólt frameftir vøllinum, men hann rakar í ryggin á Tórálvi Poulsen, sum síðani setir beina kós móti málinum. Hann sendir framvið málverjanum í stongina og inn.
Bert fimtan minuttir á klokkuni, og B36 var longu frammanfyri við tveimum málum. ÍF royndi eftir hetta at bíta frá sær, og onkuntíð gjørdist tað vandamikið, men B36-verjan megnaði at halda fast um leiðsluna.
ÍF hevði bóltin meira enn B36 restina av dystinum, men alt ov lítið kom burturúr leikligu yvirvágini. Høgni á Lakjuni hevði kanska tann besta málmøguleikan hjá ÍF. Bólturin datt fyri føturnar á honum, tá hann var staddur beint uttanfyri málteigin, men René í málinum hevði eina framúr góða bjarging.

Spakur hálvleikur
Í seinna hálvleiki skuldi ÍF veruliga taka sær um reiggj, um nakað skuldi fáast burturúr hesum dystinum. Seinni hálvleikur var tó ikki tann stóra fótbóltsliga upplivingin. ÍF royndi at trýsta, men heimaliðið hevði tað ógvuliga torført við at fáa gongd á álopsspælið. Tað var ógvuliga sjáldan, at René Tórgarð í B36-málinum noyddist at toyggja seg.
Tað var tó B36, sum økti til 3-0. Eitt langt fríspark verður sent úr høgru síðu, og Tórálvur Poulsen leggur bóltin niður í brotsteigin. Hann langar til, og so var støðan 3-0 til B36. Dysturin var nú í roynd og veru avgjørdur, men ÍF fekk pynta um úrslitið, tá Høgni Zachariasen sendi eitt fríspark beinleiðis í netið. Eitt sera vakurt mál.
Eftir at ÍF fekk eina dreymabyrjan við einum 8-1 sigri á KÍ, er liðið steðgað upp. Hetta var annar ósigurin á rað, og ÍF tóktist ikki sum eitt lið, ið hevur kós móti 1. deild.

ÍF ? B36 1-3 (0-2)
0-1: Bergur Midjord
0-2: Tórálvur Poulsen
0-3: Tórálvur Poulsen
1-3: Høgni Zachariasen