Coca-Cola kappingin
Sjey av teimum átta fjórðingsfinalunum í steypakappingini í hondbólti eru nú leiktar, og sostatt restar bert at finna eitt av teimum átta liðunum, sum skulu berjast um plássini í teimum báðum steypafinalunum.
Seinasti dysturin, sum ikki verður leiktur fyrr enn í januar mánaði, er ímillum bestu kvinnuliðini hjá VB og Neistanum. Undan hesum eru so trý kvinnulið, sum hava tryggjað sær sess í hálvfinalunum. Stjørnan vann greiðan sigur, 23-16, á Søljuni, soleiðis at tær eru klárar til hálvfinalurnar, og tað var eisini eftir ætlan, tá VÍF vann 39-18 á næstbestu neistakvinnunum. Meira óvæntað var tað tó, at Kyndil eisini er at finna í hálvfinalunum. Tær áttu heimavøll móti StÍF, og her vann Kyndil 26-22, og einki er at ivast í, at tað var ein sigur, sum sálarliga kom væl við hjá Kyndli.
H71 stóð fyri mest óvæntaða úrslitinum á mannfólkasíðuni, tá teir vunnu 26-23 á Neistanum. Einki er at ivast í, at hetta var eitt tap, sum kom illa við hjá Neistanum. Ikki minst tí liðið eisini í fjør stóð fyri størstu blamaguni í steypakappingini, tá teir taptu fyri aðrudeildarliðnum hjá KÍF.
Í aðrar mátar gekk sum væntað hjá monnunum. VÍF vann 40-19 á næstbestu kyndilsmonnunum, StÍF vann 32-21 á teimum næstbestu hjá Neistanum, og Kyndil vann tryggan 43-32 sigur á KÍF.