Flogbóltur
Hjá monnunum stóð ein dystur á skránni. Ætlanin var annars, at Mjølnir og ÍF eisini skuldu dystast hetta vikuskiftið, men tann dysturin var so fluttur.
Í einsamalla dystinum, sum var á skránni, fekk Fram annars givið grannunum úr Fleyr ein lítlan skelk. Fram, sum annars er niðasta liðið á talvuni, vann nevnliga fyrsta settið, men Fleyr fekk tó skjótt fatur á rætta endanum, og so var ikki so nógv at tosa um kortini. Fram megnaði hóast tað at geva góða mótstøðu, men stig fingu teir so heldur ikki hesaferð.
Oddurin vann
Hjá kvinnunum var ein dystur leiktur hóskvøldið, tá Dráttur tók ímóti KÍF. Hendan dystin vunnu vágakvinnurnar so ruddiliga. KÍF fekk einans 43 bóltar allan dystin, og tá verður altso tosað um sorl í flogbólti.
Um vikuskiftið vóru so tveir dystir á skránni. Í Klaksvík vant Mjølnir burtur úr ÍF, sum tó slapp at spæla við seinasta settið, tá meistararnir kundu taka sær av løttum. Tað settið endaði við marathon-úrslitinum, 36-34, men í aðrar mátar hevði Mjølnir altso fult tamarhald á tí mesta.
Í Trongisvági skuldi TB so sunnudagin royna seg móti SÍ, og heldur ikki her var nakar ivi.
Tað vildi nú eisini verið løgið, um SÍ skuldi tikið fyrstu stigini á árinum í júst hesum dystinum. TB byrjaði kanska ikki árið so sannførandi, men síðani hevur kurvan gingið uppeftir, og tær halda so framvegis eitt sera fast tak í Mjølnir í oddastríðnum.
Úrslit
Meistaradeild menn
Fleyr-Fram 3-1 (22-25, 25-18, 25-19, 25-19)
(Dysturin, Mjølnir-ÍF, varð fluttur til mikudagin)
Meistaradeild kvinnur
Dráttur-KÍF 3-0 (25-14, 25-17, 25-12)
Mjølnir-ÍF 3-0 (25-18, 25-14, 36-34)
TB-SÍ 3-0 (25-15, 25-17, 25-17)