- Væntaðu ikki 18 atkvøður

Løgmaður var ovfarin av, at tað gjørdi 18 atkvøður fyri fiskivinnunýskipanini

Tað kom helst óvart á fleiri, tá ið 18 atkvøður vóru fyri fiskivinnunýskipanaruppskotinum í kvøld, tá atkvøðugreiðslan var liðug. Tí ivaleyst varð væntað, at meirilutin fór at telja upp í 17, meðan minnilutin fór at telja upp í 16. Og so var spurningurin til tað síðsta, hvønn vegin tað fór at venda - um fiskvinnunýskipanin varð samtykt ella feld. 

 

 

Men at tað gjørdist 18/15 var púra óvæntað. Bill Justinussen segði við Miðlahúsið aftaná atkvøðugreiðsluna, at hann atkvøddi fyri, tí hann tók undir við uppskotinum - nakað, sum almenniningurin ikki visti áðrenn í kvøld. 

 

 

Og tað gjørdi Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir øllum at døma heldur ikki. Tí hann segði eisini við Miðlahúsið í kvøld, at hann var ovfarin av, at tað eydnaðist at fáa eina atkvøðu úr andstøðuni til nýskipanina av fiskivinnuni. 

 

 

Um eitt bil kemur ein videosamrøða við Bill Justinussen her á in.fo, har hann greiðir frá orsøkini til hendingina.