– Nei, vit vóru als ikki bilsnir. Vit vita, at AB hevur eitt gott lið, so vit vóru fult fyrireikaðir upp á at fáa harða mótstøðu.
Runavíkingar vóru eisini greiðir yvir undan dystinum, at teir máttu stríðast fyri at sleppa av Argjum við øllum stigunum.- Vit vistu, at vit skuldu út á Argir at stríðast. Vit møttu jú einum liði, sum berjist fyri lívinum, so tí vóru vit ógvuliga fegnir um sigurin, segði Óli Hansen við Útvarpið eftir dystin.