Væntaðu ein harðari dyst

Vit fingu eisini orðið á toppskjúttan hjá VÍF, Regin Joensen. Hann var sum vera mann væl nøgdur við dystin, men var ikki heilt nøgdur við síðsta korterið.
- Hetta var sjálvandi ótrúliga stuttligt. Vit vóru sera uppsettir í dag, og væntaðu at møta einum tendraðum kyndilsliði. Dysturin bleiv tó lættari enn vænta, og vit eru sera fegnir um fyrstu 45 minuttirnar, har vit stutt og greitt hølva teir av. Síðsta korterið sløsa vit nakað nógv, og tí gerst munurin ikki heilt so stórur, sum hann kanska átti at verið.