Vænta tað óvæntaða av børnum

Tað er ein stór broyting hjá teimum børnum, sum byrja í fyrsta flokki, nú tey sjálvi skulu ganga í og heimaftur úr aftur skúlanum. Tí er sera umráðandi at foreldrini hjálpa teimum við at finna tryggastu leiðina

Í ferðsluni skulu vit tí altíð vænta tað óvæntaða av børnum! Tí børn hugsa ikki altíð um tað, tey gera - tey eru spontan. Tá ið børn byrja at ganga í skúla, eru tey ikki enn før fyri at hava fulla ábyrgd av sær sjálvum í ferðsluni
Tað er ov vandamikið at lata børnini sjálv trilva seg fram í ferðsluni. Tí mugu foreldur og onnur vaksin vera á varðhaldi og hjálpa til við at finna tryggastu leiðina í skúla og fáa barnið at bera seg rætt at í ferðsluni. 
Tá ið barnið fer í skúla á fyrsta sinni, liggur leiðin kanska um vegir, sum tað ikki kennir.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Finn tryggastu leiðina
Stytsta leiðin er ikki altíð tryggasta leiðin.
Tí er tað umráðandi, at tit fylgja barninum í skúla teir fyrstu dagarnar og velja ta tryggastu leiðina í skúla.
Vísið barninum á allar hugsandi ferðsluvandarnar á leiðini. Endurtakið fyri barninum allar tær einfaldastu ferðslureglurnar.
Latið barnið fara í skúla rættstundis, hvørki ov tíðliga ella ov seint, tí tað kann vera eins vandamikið.
Umráðandi er at hava góðar stundir, so at barninum ikki nýtist at skunda sær.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Við bussi í skúla
 
Skal barnið við bussi er umráðandi, at tað fær at vita, hvussu tað eigur at bera seg at.
Mælt verður til, at foreldrini eru við fyrstu túrarnar
 


  • Umráðandi er at møta í góðari tíð.

  • Eru børnini fleiri saman, mugu tey fáa at vita, at tey ikki skulu spæla ella skumpa hvør annan.

  • Tá ið bussurin nærkast steðgiplássinum, skal barnið bíða til bussurin steðgar.



  • Meðan bussurin, koyrir er umráðandi, at barnið situr niðri og ikki reisir seg upp, fyrr enn bussurin er steðgaður. Stendur barnið uppi, er umráðandi at hava okkurt at halda í.

  • Lærið barnið at ansa sær og hava fyrilit, tá tað skal úr bussinum.

  • Skal barnið tvørtur um vegin til skúlan, er sera umráðandi, at tað ikki fer tvørturum, fyrr enn bussurin er farin.

  • Bussurin kann lættliga fjala ein heilan bil.


 
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Á súkklu í skúla
 
Yvirhøvur er vandamikið at súkkla úti í ferðsluni, tí lítið er gjørt fyri fólk á súkklu
 


  • Børn yngri enn 6 ár hava als ikki loyvi at súkkla einsamøll úti í ferðsluni, men skulu vera saman við vaksnum fólki.

  • Mælt verður til, at børn ikki sleppa at súkkla í skúla, fyrr enn tey eru í 10-12 ára gomul.

  • Orsøkin til hetta fyrivarni er sannroyndin, at børn yngri enn 10 ár eru ikki búgvin at vera á súkklu í ferðsluni.

  • Umframt at tey ikki eru kropsliga fullment, so eru tey ikki før fyri at hugsa um fleiri viðurskifti samstundis og duga ikki at meta um ferð og frástøðu hjá bilum. 

  • Tað er sera umráðandi, at barnið er í hjálmi, tá ið tað er á súkklu.


 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$10 góð ráð
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ 

  • <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Er gongubreyt, skalt tú ganga har og ikki á vegnum.

  • <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Steðga altíð á, áðrenn tú fert út á vegin.

  • <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Er eingin gongubreyt, gakk tá ímóti ferðsluni so uttarliga á vegkantinum, sum til ber.

  • <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Er gonguteigur, far altíð eftir honum, tá ið tú skalt tvørtur um vegin.

  • <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Skalt tú tvørtur um vegin, er best at fara har, sum vegurin er beinur, og sýnið er gott báðar vegir. 

  • <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Stíg ikki út á vegin, fyrr enn tú hevur hugt báðar vegir, og tú ert vís/ur í, at eingin bilur kemur.

  • <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Far altíð beina leið tvørturum.

  • <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Ansa serliga væl eftir, tá tú fert út á vegin ímillum parkeraðar bilar ella onnur støð, har tú ikki sæst beinanvegin.

  • <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Far yvir um vegin, har útsýnið er best.

  • <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Renn ikki tvørtur um vegin.  

  • <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ 
    Kelda: www.ferdslutrygd.fo
    <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ 
    <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$