Vænta støðuga rentu

Norska hagstovan væntar, at rentustøðið verður rættiliga støðugt tey næstu árini.

Í Noregi gongur tað sum í fleiri øðrum vesturevropeiskum londum: Búskapurin er í menning, arbeiðsloysið minkar, og húsaprísurin hækkar. Í seinastuni hava summir búskaparfrøðingar ávarað um, at gongdin kann enda við, at búskapurin verður ovhitaður, og at rentan fer at hækka.

Men norska hagstovan stúrir ikki fyri gongdini. Í einari meting um gongdina trý tey næstu árini skrivar hagstovan, at vøksturin í búskapinum fer at minka, so hann verður meiri støðugur ár um ár. Um rentuna sigur metingin, at hon fer helst at hækka umleið 0,75 prosentstig í ár, men at hon síðani fer at halda sær tey næstu trý árini.