Myndugleikarnir í Filipsoyggjunum ætla at flyta fleiri túsund fólk burtur frá einum gosfjalli.
Einki gosfjall í Filipsoyggjunum er so virkið sum Mayon, sum er miðskeiðis í landinum.
Nú hóttir fjallið aftur við at gera vart við seg, og jarðfrøðistovnurin í Manila sigur, at talan kann gerast um eitt gos av teimum stóru. Tað hevur fingið myndugleikarnar at seta í verk eina tilbúgvingarskipan, sum millum annað ber í sær, at tey, sum búgva minni enn átta kilometrar frá fjallinum, skulu flytast burtur haðani. Sambært Reuters snýr tað seg um eini 60.000 fólk.
Tey seinastu 400 árini hevur Mayon goyst 50 ferðir. Tað ringasta gosið var í 1814, tá meiri enn 1.200 fólk doyðu.