Vænta snelluútróður í næstu viku

Streymurin verður góður, sum næsta vika gongur, og eftir øllum at døma verður veðrið eisini gott teir fyrstu dagarnar í vikuni.

- Tvey ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip eru til fisiskap í íslendskum sjógvi, og eitt ísfiskalínuskip er til fiskiskap undir Føroyum.

 

Á Fiskamarknaði Føroya væntaðu tey í gjár, at ísfiskalínuskipið, sum fiskar undir Føroyum, kemur inn at landa í næstu viku, men ísfiskalínuskipini undir Íslandi eru nýliga byrjaði túr.

 

- Streymurin verður góður, sum næsta vika gongur, og eftir øllum at døma verður veðrið eisini gott teir fyrstu dagarnar í vikuni, men versnar út á vikuna.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey nakað av útróðrarfiski í næstu viku, tó mest frá snellubátunum, sum royna á várleiðunum norðanfyri.