Vænta semju í dag


 

Føroya Pedagogfelag øðrumegin og Fíggjarmálastýrið og kommunurnar hinumegin samráddust framvegis mikudagin á middegi. Partarnir hava verið á Hotel Hafnia síðan mánamorgunin, tá semingsmenninir kallaður partarnar samanaftur.

Jákup í Gerðinum, semingsmaður, segði, at hann væntaði, at partarnir fóru at skriva undir eina semju mikudagin, tá vit høvdu hann í telefonini á middegi mikudagin. Jákup í Gerðinum roynir at finna semju saman við Gloriu Kalsø.

Hann leggur tó dent á, at semja enn ikki er funnin.

? Tað hevur gingið framá í smáum fetum, men enn vantar nakað í, segði Jákup í Gerðinum, sum væntaði at sita nakrar tímar afturat.

Tá allir smálutir eru komnir uppá pláss er bara eftir at fella semjuna niður á pappír, sum partarnir skulu undirskriva.

Vónandi kunnu vit í blaðnum í morgin bera fleiri tíðindi um semjuna, sum semingsmaðurin væntar er komin undir land mikukvøldið.

Pedagogfelagið hevur verið í verkfalli í meira enn tvær vikur, og foreldur eru farin at ótolnast.