Vænta sær onga fólkapensjón

Nógvir danir rokna við, at fólkapensjónin er farin í søguna, tá teir koma til pensjónsaldur. Sjálvt um danskir politikarar lova fólkinum, at fólkapensjónin verður ikki tikin av, hava nógvir danir mist vónina um at fáa pensjón, tá teir eina ferð røkka pensjónsaldri.

Ein meiningakanning, sum er almannakunngjørd í dag, vísir, at heili 74 prosent av teimum spurdu vænta, at annaðhvørt verður pensjónin avtikin ella munandi minni enn nú. Bara tvey prosent vænta, at fólkapensjónin verður størri venn í dag.

Tað eru serliga tey ungu, sum hava mist álitið á, at tey nakrantíð fara at fáa fólkapensjón. Heili 95 prosent av teimum millum 18 og 34 ár vænta, at pensjónin verður tikin av ella minkar munandi, áðrenn tey koma til pensjónsaldurin.