Plátufelagið hjá The Dreams roknar við, at fyrsta útgávan hjá bólkinum í Danmark, sum kemur út í dag, fer at standa seg væl Den Nye By kallast útgávan hjá The Dreams, sum kemur út í Danmark í dag. Á fløguni eru 11 sangir, har The Dreams syngja á donskum. Plátufelagið RecArt gevur fløguna út, og har vænta tey sær nógv av The Dreams.
- Eg eri sera fegin um, at tað er okkara plátufelag, sum gevur fyrstu fløguna hjá The Dreams út í Danmark. The Dreams er ein sera spennandi bólkur, og teir hava nú tikið fyrsta stigið til at gerast ein vælumtóktur og etableraður føroyskur rockbólkur, sum eisini verður kendur í Danmark, sigur Jens Ove Friis, stjóri í RecArt.
- Áhugin fyri The Dreams er stórur í løtuni, og tað eru serliga tey ungu fólkini, sum dáma bólkin. Luttøkan í Grand Prixnum hevur havt við sær, at The Dreams eru blivnir kendir, og tað hjálpir teimum sjálvandi nógv í sambandi við útgávuna, sigur hann.
Eitt sjónbandalag verður í uppskoti til Boogie-listan hjá DR í dag, og fólk kunnu hjálpa The Dreams við at atkvøða á listanum, liggur á heimasíðuni hjá DR.