Vænta sær ikki sigur

Í Eysturríki eru fólk hildin uppat við at krevja ein sigur á Føroyum. – Vit vóna bara tað besta, sigur Thomas Weber, sum starvast á sjónvarpsstøðini ORF

Fótbóltur

 

Tað er sjónligt, at eysturríkar hava stóran áhuga fyri landsdystinum móti Føroyum. Jens Martin, Torkil og hinar hetjurnar úr Landskrona syrgdu fyri 19 árum síðani, at Eysturríki ikki gloymir føroyingar. Ein læra, sum eisini endurspeglaðist, tá vit undir føroysku venjingini í morgun tosaðu við Thomas Webes.

- Tað er framvegis í dag ein dystur, sum nógv verður tosað um her í Eysturríki, og eg trúgvi ikki, at hann nakran tíð verður gloymdur.

- Sjálvandi eru tað 19 ár síðani, men í dag er støðan veruliga, at vit í Eysturríki als ikki taka tað sum givið, at Eysturríki vinnur dystin leygardagin. Klára okkara menn at fáa eitt mál og trý stig, so eru øll nøgd. Men eg ivist ikki í, at talan verður um ein sera truplan dyst.

Eysturríkska landsliðið hevur sveiggjað nógv seinnu árini. Tit hava havt framúr úrslit til tíðir, meðan aðrir dystir ikki hava gingið heilt so væl. Hvør er orsøkin til hetta?

- Fyrst og fremst hava vit eitt sera ungt lið. Tað ger, at avrikini ikki eru so støðug, og eg stúri fyri, at vantandi royndirnar hava við sær, at dysturin leygardagin verður eyka trupul at koma ígjøgnum hjá okkara spælarum. Tað er kanska positivt, at fleiri av hesum als ikki minnast dystin í 1990, men teir kenna søguna, og tei kenna tí trýstið, sum er fyri teimum trimum stigunum hesaferð.

 

Feløgini betri enn landsliðið

Afturi í 1978 og 1982 hevði Eysturríki eitt lið, sum veruliga kundi gera um seg í heimshøpi.

Síðani tá hevur talan tó verið um meira eina bleyta millumvøru, og Thomas Weber roknar ikki við, at fótbóltur í Eysturríki her og nú er ávegis europisku tindunum aftur.

- Tað ivist eg stórliga í. Sjálvandi er tað eitt ungt lið, sum hevur møguleikar at mennast, men vit hava heldur ikki somu stórspælarar, sum vit høvdu tá.

- Samstundis tyngir fortíðin á ein hátt, tí hevur okkara landslið spælt væl í ein dyst ella tveir, so halda vit okkum vera heimsmeistarar, og so gloyma vit aftur, at tað krevst hart arbeiði í hvørjum tí einasta dystin, um tú skalt røkka nóg langt.

- Í felagshøpi hava vit tó staðið okkum sera væl, og vit hava fýra lið við í Europa-liguni. Men tá tosa vit um klubfótbólt, og veruleikin er, at eysturríksku feløgini helst eru sterkari enn landsliðið.

Men hevur tú sterk feløg, so eigur tað væl eisini at smitta av upp á menningina av egnum spælarum?

- Tað skuldi tú hildið. Men hetta er Eysturríki, og í Eysturríki er logikkurin í fótbólti ikki altíð soleiðis, sum hann er aðrastaðni. Tað vita tit alt um, sigur Thomas Weber við einum skeivum smíli.