Tað gekk akkurát ikki hjá U21-landsliðnum, sum fríggjadagin spældi á útivølli í Skojpe í Makedona, har heimaliðið vann 1-0. Málið skoraðu heimamenninir fýra minuttir undan steðginum. Trettan minuttir undan leikloki varð málskjúttin vístur av vølli, eftir at hann innan fyri lítla løtu hevði sæð gult tvær ferðir fyri klossut fríspørk.
Føroyska liðið pressaði síðstu løtuna fyri at javna, og í fleiri førum var tað tætt við, men tað eydnaðist ikki.
– Eftir málleysan javnleik á heimavølli ímóti Norðurírlandi, vóru úrslitini keðilig á útivølli. Vit taptu 4-0 í Norðurírlandi, 5-1 í Serbia og 4-0 í Danmark, og leikliga vóru vit ikki sannførandi, staðfesta venjararnir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, sum hinvegin fegnast um leikliga avrikið í Makedonia:
– Tað gevur okkum mót undan trimum teimum síðstu dystunum, sum allir verða á heimavølli. Avrikið fríggjadagin ger, at vit eiga at trúgva uppá, at tað fer at bera til at vinna stig á heimavølli, halda venjararnir.
Teir tríggir heimadystirnir verða spældir á hásumri: 1. juni ímóti Makedonia, 5. juni ímóti Serbia og 15. august ímóti Danmark.
At fótbóltur er liðítrótt fram um alt annað varð undirstrikað fríggjadagin. Fleiri av teimum, sum hava verið roknaðir at vera fastir á liðnum, vóru ikki við í Makedonia. Tí fingu aðrir møguleikan, og liðavrikið riggaði avbera væl.
-------
Makedonia-Føroyar 1-0 (1-0)
1-0: Samir Fazli 41.
Boris Trajkovski-leikvøllurin, Skopje
Føroyar: 16. Hans Jørgensen – 5. Høgni Eysturoy, 4. Rógvi Holm, 2. Heini Vatnsdal, 7. Viljormur Davidsen, liðformaður – 15. Dánjal á Lakjuni (11. Klæmint A. Olsen, 89.) 6. Karl Løkin, 14. André Olsen, 13. Kaj Leo í Bartalstovu (18. Jan Ellingsgaard, 79.), 12. Gilli Sørensen (9. Páll Klettskarð, 62.) – 10. Jóan Símun Edmundsson
Gult kort: Viljormur Davidsen og André Olsen
Óbrúktir leikarar: 1. Teitur Gestson, 3. Monrad Holm Jacobsen, 8. Gunnar Zachariassen og 17. Sørmundur Kalsø
Venjarar: Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen