Óvæntað rentuhækking í Danmark

Rættiliga óvæntað hevur danski Tjóðbankin gjørt av at hækka rentuna 0,40 prosentstig Avgerðin hjá Tjóðbankanum ger, at innláns- og útlánsrentan hækkar til 5,00 prosent, meðan diskontoin og foliorentan hækkað 0,25 prosentstig upp í 4,50 prosent.

Leiðslan í Tjóðbankanum sigur, at tað er neyðugt at hækka rentuna, tí tann danska rentan var komin niður um rentuna í evrulondunum, og harvið kom stórt trýst á donsku krónuna. Tað hevur havt við sær, at nógvir pengar eru farnir úr Danmark í seinastuni.

Eygleiðarar í Danmark siga, at rentuhækkingin ger ikki støðuna betur, nú fíggjarkreppa herjar.