Vænta prestatrot

Kirkjumyndugleikarnir í Noregi bera nú ótta fyri, at um ikki so langa tíð verða ov fáir prestar í Noregi. Víst verður á, at meðalaldurin á teimum virknu prestunum er í hægra lagi, og at ov fáa fáa sær guðfrøðiútbúgving.
Sambært einari uppgerð var meðalaldurin á norsku prestunum 49 ár seinasta ársskiftið. Samstundis vísir tað seg, at kirkjan kann ikki vænta at fáa fleiri enn 39 nýklaktar prestar um árið tey næstu árini, meðan framrokningar vísa, at tørvur er á 56 nýggjum prestum um árið tey næstu átta árini.
Eigil Morvik í norsku kirkjuleiðsluni sigur, at eydnast tað ikki at fáa fleiri at lesa guðfrøði ella at fáa fráfarnar prestar at taka starvið uppaftur, verður prestatrot um fá ár.