Fiskamarknaður Føroya sigur í sínum metingum fyri næstu viku, at flestu línuskip eru farin til fiskiskap aftur, og væntandi koma nøkur innaftur í endanum av næstu viku.
- Línuskipini eru bæði á djúpum vatni og fiska brosmu og longu, og eisini eru nøkur skip inni á grynri vatni og fiska tosk og hýsu. Ein línubátur er vesturi á Rygginum, og hesin fær mest tosk, blálongu, lira og svartkalva.
Roknað verður ikki við stórvegis útróðri í næstu viku. Streymurin tekur til, og veðrið sær ikki út til at gerast nakað serligt. Tí væntar Fiskamarknaður Føroya ikki nógvan útróður í næstu viku.
Av djúpvatnstrolarunum er ein á djúpum vatni og roynir eftir svartkalva. Hinir royna grynnri og fiska mest upsa. Skipini koma inn, sum vikan gongur.
- Partrolararnir, sum eru til fiskiskap, fiska allir upsa, og onkur fært eitt sløð av blálongu og kongafiski.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at allir teir smáu trolbátarnir fiska havtasku og koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
- Trý garnaskip eru eisini á havtaskuveiði og koma eisini inn at landa miðskeiðis í næstu viku, sigur Fiskamarknaður Føroya.