Tað hevur verið ein javnur streymur í teimum bretsku valhølunum, síðani tey lótu upp í morgun. Eygleiðarar vænta, at tann stóri spenningurin um úrslitið fer at gera, at valluttøkan verður væl størri enn vanligt.
Valstýrið í valdøminum Chingford and Woodford Green sigur við blaðið The Guardian, at har hava tey ongantíð havt so nógv at gera ein valdag sum í dag.
Borgarstjórin í London, Boris Johnson, væntar eisini, at óvanliga nógvir bretar fara at atkvøða í dag.
Tey trý forsætisráðharraevnini vóru og atkvøddu fyrrapartin. David Cameron atkvøddi í býnum Witney i Oxfordshirevestan fyri London. Nakað seinni var Gordon Brown í valhølinum í North Queensferry í Skotlandi, og beint fyri døgurða var Nick Clegg og atkvøddi í Sheffield.