Vænta nógvan línufisk

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at flestu línuskip bara gera ein túr aftrat í hesum árinum.

- Tað verður nógvur línufiskur í næstu viku, og línuskipini koma inn at landa, sum vikan gongur. 

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at meginparturin av fiskinum verður toskur, hýsa, longa og nakað av svartkalva.

 

- Vit vænta, at flestu línuskip steðga stutt inni og fara skjótt avstað aftur. Okkurt skip skal tó til klassingar og fer ikki avstað aftur í ár.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at flestu línuskip bara gera ein túr aftrat í hesum árinum.

 

Útlit eru eisini til útróður í næstu viku. Streymurin verður brúkiligur, og veðrið verður eisini hampiligt. Tí verður helst fitt av útróðri í vikuni sum kemur.