Vænta nógv fólk til regatta á Sandi

Fríggjadagin hin 6. juli verður skipað fyri regatta við seglskipum, sum klokkan 19 hetta kvøldið leggja til bryggju á Sandi, har høvi eisini verður hjá gestum at vitja umborð á skipini.

- Fyrireikingarnar til tiltakið eru í gongd, og longu nú hevur Sandoyar Kunningarstova frætt frá nógvum fólki, sum ætla sær í Sandoynna hendan dagin at hugna sær.

Úr Sandoynni frættist, at skipað verður eisini fyri barnatiltøkum, sum byrja longu klokkan 16, og tað er Ungmannafelagið Virkið, sum tekur sær av hesum partinum.

- Resturant 11 fer at verða á bryggjuni og fer at selja grillaðar búffar og annað, og harmonikutónleikur verður alla tíðina.

Tey, sum standa aftanfyri regattatiltakið á Sandi, siga, at dansur byrjar klokkan 22. Fyrst verður føroyskur dansur, sum dansifeløgini í oynni skipa fyri, og síðan fer Regin Jacobsen saman við øðrum at spæla harmonikutónleik, og ætlanin er at halda á alla náttina.

- Vit ivast onga løtu í, at hetta verður eitt ótrúliga hugnaligt fríggjakvøld á bryggjuni á Sandi - við góðum mati og góðum tónleiki, siga tey, nú regatta-tiltakið nærkast, samstundis sum tey bjóða øllum Føroya fólki at vera vælkomin í oynna.