Áhugin fyri Summar Festivalinum er størri enn nakrantíð áður, og fyrireikararnir rokna við nógvum fólkum allar festivaldagarnar Í kvøld byrjar Summar Festivalurin, og lagt er upp til enn eitt brak av einum festivali. Summar Festivalurin hevur víðkað skránna, og hesaferð verða framførslur og undirhald á fýra pallum í tríggjar dagar.
Áhugin fyri Summar Festivalinum er so stórur sum ongantíð áður. Í gjár vóru fleiri enn 6.000 atgongumerki seld, og atgongumerkjasølan gongur framvegis væl. Veðurmenninir siga frá góðum veðri, og tí er líkt til, at tað leggjast nógv fólk afturat. Tað verða seld í mesta lagi 8.000 atgongumerki til festivalin í ár.
- Áhugin fyri festivalinum er sera stórur, og vit rokna við nógvum fólkum allar festivaldagarnar. Tað er hugaligt at uppliva, at Summar Festivalurin kann samla so nógv fólk í øllum aldri úr øllum ættum, og vit gleða okkum til geva fólki eitt ordans upplivilsi, sigur Steintór Rasmussen, fyrireikari av Summar Festivalinum.
Summar Festivalurin byrjar við karaoke á Torginum klokkan 19.00, og fyrsta framførslan verður klokkan 20.00, tá Grandma?s Basement fara at spæla í Flags tjaldinum. Harafturat ber eisini til at uppliva Smokie, Húskallar, Linda Andrews, Ingibjørg & Rani og Eager To Please.