Vænta nógv fólk

Bæði Neistin og Stjørnan hava fyri seinastu ferð í ár roynt at rikið viðhaldsfólk hjá felagnum til altavgerandi hondbóltsdystin í kvinnudeildini.

Áskoðarar

Longu meðan spælararnir hjá Stjørnuni fagnaðust um sigurin í næsta finaludystinum, kundi hallarvarparin lýsa við ókeypis bussferðum til Havnar. Einasta treytin, sum varð løgd við, var at tekning skuldi fara fram áðrenn fráferðina.
Tá vit í morgun høvdu samband norðureftir, tóktust klaksvíkingar eisini rokna við nógvum fólki. Longu í gjárkvøldið var talið á bussum komið upp á tríggjar, og við tekningarfreist til klokkan tvey, kann væl hugsast, at enn fleiri bussar verða settir í koyring.
Hartil kunnu so leggjast mongu klaksvíkingarnir, sum eru búsitandi í Havn, so lítil ivi er um, at útiáskoðararnir verða heilt nógvir í tali á Nabb í dag.

Máling í høllini
Og eisini hjá Neistin royna tey at gera nógv burturúr. Nú kvinnuliðið hjá felagnum aftur strembar móti ovastu tindunum, hava áskoðararnir til dystirnar verið nógvir í tali í nógvum teimum seinastu dystunum.
Til dystin hesa ferð hevur 75 ára gamla felagið heitt á viðhaldsfólkini um at koma í høllina trý korter undan dystinum, soleiðis at ein ordilig upphiting kann fáast í lag. Eitt nú við at hava andlitsmáling á skránni.
So alt í alt, so bendir tað á, at talan verður um tveir fullsettar vengur í høllini á Hálsi. Ein bláan og ein reyðan, sum báðir fara at gera sítt til at eggja sínum spælarum seinasta pettið móti gullinum.