Vænta níggju skip í 2013

At tað var ein røtt avgerð hjá Klaksvíkar kommunu at fáa sær Norðhavnina, ivast neyvan nakar í í dag.

Síðani hetta havnalagið varð tikið í brúk hevur verið eitt óført virksemi á hesum staði. Hetta er ikki minst eftir at býráðið umskipaði nevndirnar, soleiðis at ein fekk eina serstaka Havna- og Vinnunevnd.

Henda nevndin legði til brots við góðari hjálp at menna alt tað vinnuliga virksemið í býnum, millum annað við at fáa fleiri skip til bryggju – og ikki minst ferðamannaskip.

Hetta hevur longu givið úrslit, og í summar kemur størsta ferðamannaskipið sum nakrantíð hevur lagt at í Klaksvík. Hetta kemur ikki færri enn tvær ferðir á Norðhavnina í summar.

Hinvegin er greitt, at arbeiðið hjá Havna- og Vinnunevndini hevur eisini borið úrslit við sær næsta ár. Eftir tí sum formaðurin í nevndini vísir á, er longur greitt, at níggju ferðamannaskip koma til Klaksvíkar í 2013.

(savnsmynd)