Vænta níggju ódnir

Amerikanskir veðurfrøðingar royna av øllum alvi at kanna, hvussu veðrið fer at skikka sær í summar og í heyst, og tað eru serliga tær árligu ódnirnar uttan úr Atlantshavinum, sum hava áhuga.

Herfyri kunngjørdu nakrir veðurfrøðingar, at teir vænta sjey ódnir í Karibiska Havinum í heyst, men nú siga starvsfelagar teirra á lærda háskúlanum í Colorado, at teir vænta 17 tropiskar stormar, og at níggju teirra fara at menna seg til ódnir við vindferð upp í 177 kilometrar um tíman.

Tað hava ongantíð verið so nógvar tropiskar ódnir sum í fjør. Tann ringasta var Katrina, sum herjaði amerikonsku suðurstrondina, har hon kravdi umleið 1.300 mannalív og gjørdi ovurhonds stóran skaða í New Orleans og aðrastaðni.