Vænta mótmæli og ófrið í dag

Í fleiri londum fyrireika myndugleikarnir seg til mótmæli og ófrið aftan á ta muslimsku fríggjadsgsbønina í dag, har fólk væntandi fara at mótmæla tí umstrídda Muhammed-filminum og tekningunum í franska blaðnum Charlie Hebdo.

Longu í gjár vóru mótmæli nógvastaðni. Í pakistanska høvuðsstaðnum Islamabad vóru harðir samanbrestir millum mótmælisfólk og løgregluna, og har vænta myndugleikarnir stórar mótmælisgongur í dag. Í Nigeria mótmæltu fleiri túsund shiamuslimar í gjár, og í Iran og Afghanistan vóru eisini mótmælistiltøk ímóti USA, Fraklandi og Ísrael.

Í Egyptalandi hava myndugleikarnir eggjað fólki til at gera sum Muhammed og ikki lata seg øsa til hevnd, og í Tunesia hava myndugleikarnir sett forboð fyri øllum mótmælisgongum aftan á fríggjadagsbønina í dag.

Myndugleikarnir í París hava fingið tvær umsóknir frá fólki, sum ætla at skipa fyri mótmælum, men løgreglan hevur havnað báðum. Tað er tó ikki vist, at øll fara at akta myndugleikarnar, skrivar Reuters.