Mentamálaráðið arbeiðir við at loysa trætuna um prestastarvið í Hvalba, og ætlanin er at finna eina loysn í hesi vikuni, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum. Í tíðindaskrivi í kvøld ásannar Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, at hon hevur ta yvirskipaðu ábyrgdina á kirkjuliga økinum og ábyrgdina av, at umsitingin av økinum fer fram á lógligan hátt. Hon sigur, at ósemjan um prestastarvið í Hvalba snýr seg um eitt starvsfókamál, og tí er álagt myndugleikunum serlig tagnarskylda.
-Tað skal ongin ivi vera um, at eg sjálv, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrið gera alt fyri, at vit kunnu finna eina virðiliga loysn fyri allar partar, skrivar landsstýriskvinnan.
Hon leggur afturat, at arbeitt verður við at finna eina loysn á málinum í hesi vikuni.