Óvæntað landsliðsboð

Talan er um framherjan, Kevin Davies, sum síðani 2003 hevur spælt fyri Bolton. Ongland hevur í longri tíð leita eftir einum álopsviðleikara, ið kann fáa sum mest burtur úr Wayne Rooney. Michael Owen, Emil Heskey, Gabriel Agbonlahor, Peter Crouch og Jermain Defoe eru nakar av teimum , ið hava roynt seg í álopinum hjá Onglandi. Nú er tíðin so møguliga komin til Kevin Davies at royna seg.

 

Kevin Davies hevur gjørt ikki færri enn 26 fríspørk í Premier League higartil í ár. So nógv fríspørk hevur ongin annar spælari gjørt sambært heimasíðuni hjá Premier League. Umframt Bolton, so hevur Kevin Davies spælt fyri Chesterfield, Southampton og Blackburn. Hann hevur skorað 56 mál í 254 dystum fyri Bolton.

 

Ongland spælir týskvøldið ímóti Montenegro á Wembley. Kemur Kevin Davies á vøllin, so er hann elsti debutanturin á enska landsliðnum í 60 ár sambært SkySports.