Vænta javna hálvfinalu

Klokkan 16.45 fara danir og spaniumenn á vøllin í teirri stóru ítróttarhøllini í Beograd at spæla aðra hálvfinaluna í EM-hondbóltskappingini. Hin hálvfinalan verður tríggjar tímar seinni millum grannarnar Serbia og Kroatia.

 

Danski venjarin, Ulrik Wilbek, viðgekk á tíðindafundi í gjár, at tað spanska liðið hevur verið tað besta og mest støðuga í EM-kappingini, og hann duldi ikki fyri, at hann er serliga hugtikin av sponsku 6-0 verjuni. Kortini helt Wilbek, at danir hava møguleikar at vinna dystin.

 

Fleiri danskir viðmerkjarar vísa á, at í hálvfinaluni í HM í fjør møttust júst Danmark og Spania. Tá vunnu danir 28-24, og viðmerkjararnir halda, at hetta situr enn í tonkunum hjá teimum sponsku spælarunum.

 

Spanski venjarin, Valero Rivera, sigur, at teir sponsku spælararnir hugsa ikki um hálvfinaluna í fjør, men at teir fara á vøllin í dag fyri at vinna. Rivera vísir á, at Spania hevur ongan dyst tapt í EM-kappingini, opg at liðið hevur spælt javnt væl. Tí hevur hann góðar vónir um dagsins dyst, men hann væntar tó, at tað verður rættiliga javt.